Contents: Fiólín. Yrkingar av Esmar Jacobsen Gata.
Esmar Jacobsen Gata. Hann varđ borin í heim í Norđragřtu í 1925. Eftir barnaskúlagongd í Gřtu skúla arbeiddi hann fyrifallandi arbeiđi eitt skifti og fór so 16 ára gamal til Havnar í
prentaralćru á Dimmalćtting. Her leyk hann prentaraprógv í 1946; hann arbeiddi so tvey ár á prentsmiđju Dimmalćttingar og tvey ár á Bókaprent, til hann í 1950 fór niđur til Danmarkar, har hann tók meistaraprógv innan prentlistina.
Hann kom heim aftur til Fřroya í 1951, arbeiddi eitt stutt skifti á prentsmiđju H. N. Jacobsens bókahandils og gjřrdist so prentari á Blađstarv.
Aftaná at hava arbeitt innan prentaraandverkiđ í umleiđ 16 ár, legđi Esmar í 1958 ađrar leiđir, hann fór á bíbliuskúla fyrst í Danmark, seinni í Noregi. Heim-afturkomin í 1960 arbeiddi hann lutvíst sum prentari, lutvíst sum trúbođari í Kirkjuliga Missiónsfelagnum, til hann í 1965 gjřrdist trúbođari burturav.
Fyrsta yrking hansara var ein jólayrking, iđ stóđ í Dimmalćtting stutt fyri jól í 1944, og seinast í fýratiárunum og fyrst í fimtiárunum vóru yrkingar hansara rćttiiga tćttar í fřroysku blřđunum, oftast í »14. September«. Í 1956 kom út einasta savn hansara »Fiólin«. Sermerkt fyri savniđ er tokkin og góđa handalagiđ, yrkjarin hevur til móđumáliđ:
Mćr móđir gav vćna fiól,
bađ meg lćra meg listin at leika;
sjálv hon lćrdi meg fyrst
leika einfald lřg varin,
gav mćr handalag gott,
aldi alsk til fiól
mćr í brósti.
Annađ sermerki er, at yrkjarin er bíbliukřnur og hugtikin av andaligum viđurskiftum, og triđja, at hann hugsar um teir, iđ balast á sjónum. Í »Fiólini« finna vit hugtakandi, sterkar yrkingar, og savniđ kendist viđ sínum rímloysi, men kortini stigjavna yrkingalagi sum eitt frískligt fleyr í fřroyskum skaldskapi:
At kunnađ lagt frá sćr,
latiđ tagna alt breyđtos,
og sitiđ hattleysur
á onkrum vegamóti
leikandi fiól.
Frá tí Esmar í 1960 gav seg til trúbođaravirki, hevur bókmentastarv hansara fevnt um andalig viđurskifti burturav. Hann skrivađi »Guds orđiđ« í 14. September í tíđarskeiđinum 1960-70, nakađ av hesum tilfari kom út í stuttlestrasavninum »Sáđkorn«, 1963, hann hevur saman viđ řđrum stjórnađ »Kirkjuligum missiónsblađi« síđan 1965, og hann hevur úr norđurlandamálunum týtt fleiri břkur og bóklingar viđ andaligum innihaldi, t.d. »Lógin og gleđibođskapurin I-IV« 1964-69.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasřga I-III. Fannir. 1980-83
|