Innihald Og dansurin gongur. Diktur af Tummas Napoleon Djurhuus. Myndirnar teknaði Ingálvur av Reyni.
Tummas Napoleon Djurhuus. Hann var føddur í Kollafirði í 1928. Blaðungur fór hann til Havnar, tók realprógv og seinni, í 1946, studentsprógv. Eitt skifti arbeiddi hann fyrifallandi arbeiði, tók filosophikum við lærda háskúlan í Keypmannahavn, men fór so í 1949 á Føroya læraraskúla, haðan hann tók prógv í 1952. Eitt skifti var hann vikarur í Fuglafirði, men í 1953 varð hann settur í starv við millum- og realskúlan, seinni nevndur Tórshavnar Kommunuskúli. Skúlaárið 1962-63 var hann á ársskeiði á Danmarks Lærerhøjskole í Keypmannahavn og var hetta árið við at skipa fyri útgávu av nýggjum blaði, Framin, ið ungmannafelagið Oyggjaframi gav út. Tummas var í blaðstjórnini fyrsta árgangin 1962-63.
Tey seinnu árini gjørdi hann fleiri søguligar ljóðmyndir til Útvarp Føroya, og hann tók ofta lut í skemtisendingum útvarpsins.
Tummas Napoleon doyði í 1971. Longu blaðungur gjørdist Tummas landskendur av táttayrking síni, tættirnir um Kollfjarðarveðrin, um Melis og studentin æviga, son Trolpóls, flugu landið kring og gjørdust landaplágur. Í 1961 gav hann út fyrra savnið »Tættir og vísur« og í 1970 kom seinna savnið :»Háfjalssólin og hostasevjan«. Eitt dømi um yrkinga-kynstur hansara er »Kærleiki lukkuligur!«
»Eg prísi tær ljómandi hátt;
tí tað skulu menniskju vita,
so mangan á kaldari nátt,
tú veitti mær fløvandi hita.
So mangan á kaldari nátt,
tú milda, tú eyma, tú mjúka,
vit bæði, vit høvdu tað gott!
- eg mundi tær mjúkliga strúka.
Eg elski teg - ja, absalutt,
tú fitta, tú flógva, tú fína,
- sjálvt um tú ert nakað stutt -
tú mín vælsignaða dýna«.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
|