Innihald Yrkingar. Eftir Jóannes Paturson. Jóannes Patursson var føddur í Kirkjubø í 1866, og har vaks hann upp. Hann gekk í realskúla í Havn og fór seinni til Noregs á landbúnaðarskúla. Í 1891 tók hann búfrøðiprógv, og árið eftir festi hann Kirkjubøgarð.
Jóannes Patursson er kanska eina mest kendur úr politikki, men hann var eisini bókmentamaður. Hann legði nógv politiskt greinatilfar úr hondum og skrivaði nógvar yrkingar. Umframt politiskar yrkingar skrivaði hann yrkingar til føðilandið, til veitsluhald og meira persónligar yrkingar. Hann hevði stóran alsk til føroyska málið og verður mettur sum djarvur og íðin málendurnýggjari.
So drúgført tað er
at koma sær fram,
hví vilja so fá taka undir?
Tað syrgiligt er
at fosturlandsbørn
enn slíta vár fosturarv sundur.
Tey virða hann ei,
men hugsa sum so:
Hvat skal hetta skról okkum
gagna um siðir og
mál, um fosturlands
alsk,
men ynskið er inniligt:
Guð gævi tey tó høvdu tagnað!
|