Innihald Og dansurin gongur. Diktur af Tummas Napoleon Djurhuus. Myndirnar teknađi Ingálvur av Reyni.
Tummas Napoleon Djurhuus. Hann var fřddur í Kollafirđi í 1928. Blađungur fór hann til Havnar, tók realprógv og seinni, í 1946, studentsprógv. Eitt skifti arbeiddi hann fyrifallandi arbeiđi, tók filosophikum viđ lćrda háskúlan í Keypmannahavn, men fór so í 1949 á Fřroya lćraraskúla, hađan hann tók prógv í 1952. Eitt skifti var hann vikarur í Fuglafirđi, men í 1953 varđ hann settur í starv viđ millum- og realskúlan, seinni nevndur Tórshavnar Kommunuskúli. Skúlaáriđ 1962-63 var hann á ársskeiđi á Danmarks Lćrerhřjskole í Keypmannahavn og var hetta áriđ viđ at skipa fyri útgávu av nýggjum blađi, Framin, iđ ungmannafelagiđ Oyggjaframi gav út. Tummas var í blađstjórnini fyrsta árgangin 1962-63.
Tey seinnu árini gjřrdi hann fleiri sřguligar ljóđmyndir til Útvarp Fřroya, og hann tók ofta lut í skemtisendingum útvarpsins.
Tummas Napoleon doyđi í 1971. Longu blađungur gjřrdist Tummas landskendur av táttayrking síni, tćttirnir um Kollfjarđarveđrin, um Melis og studentin ćviga, son Trolpóls, flugu landiđ kring og gjřrdust landaplágur. Í 1961 gav hann út fyrra savniđ »Tćttir og vísur« og í 1970 kom seinna savniđ :»Háfjalssólin og hostasevjan«. Eitt dřmi um yrkinga-kynstur hansara er »Kćrleiki lukkuligur!«
»Eg prísi tćr ljómandi hátt;
tí tađ skulu menniskju vita,
so mangan á kaldari nátt,
tú veitti mćr flřvandi hita.
So mangan á kaldari nátt,
tú milda, tú eyma, tú mjúka,
vit bćđi, vit hřvdu tađ gott!
- eg mundi tćr mjúkliga strúka.
Eg elski teg - ja, absalutt,
tú fitta, tú flógva, tú fína,
- sjálvt um tú ert nakađ stutt -
tú mín vćlsignađa dýna«.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasřga I-III. Fannir. 1980-83.
|