Innihald Sat sapienti. Sjónleikur í trimum pørtum. Av Valdemar Poulsen.
Valdemar Poulsen. Hann varð føddur í Havn í 1909, sonur Vilhelm S. Poulsen. Valdemar fekk tann lærdóm, sum Havnar skúli tá hevði at bjóða, eitt viðføri, ið ikki mundi røkka langt, dugdi maður sær ikki sjálvur at byggja omaná og víðka sjónarringin. Hetta dugdi Valdemar og heilt frá ungum av las hann nógv, føroyskt eins væl og heimsbókmentir.
Ungur fór hann í handverkaralæru, var eitt skifti niðri í Danmark, kom so heim aftur og setti seg niður sum hárskeri í høvuðsstaðnum. Í hesum starvi, sum hann røkti til fyri stuttum, kom Valdemar at hitta hóp av fólki, ein veruleiki, ið kanska var við til at gera hann til stóran menniskjakennara og dyggan sálarlýsara, sum skaldskapur hansara sýnir.
Fyrsta stóra skaldaverk Valdemars er *sjónleikurin »Sat sapientk, sum varð framførdur á fyrsta sinni á vári 1958. Heitið er útlendskt, og tað er umhvørvið eisini, leikurin fer fram í. Á avdankaðum jarnbreytarøki hitta vit landastrokið Jeremias einaferð ungur gávuríkur listamaður, sum av øvundsmanna lokabrøgdum er koyrdur av tí listaskúla, har hann søkti sær útbúgving. Nú livir hann neyðarsliga tilveru so at siga á øskudunganum, tá ein blaðmaður kemur fram á hann, hoyrir lívssøgu hansara og ger av at endurreisa hesa neyðar menniskju. Meðan Jeremias letur mjólk út yvir breyðsúpanarborðisk sín, fær blaðmaðurin hugskotið; hann frystir súpanarborðiskin og sýnir hann fram sum listaverk við miklari stákan undir heitinum »Sat sapienti« - nóg mikið hjá tí vísa. Listaverkið verður við miklum hóvastáki umrøtt í bløðum og útvarpi, listametarar kappast um at vísa tí virðing, til Jeremias at enda nærum gerst óður í høvdinum av hesum *glantrileiki og smildrar tað sundur.
Fremmant heiti, fremmant umhvørvi, men evnið er alheimsligt, ið her verður tikið til viðgerðar. Spurningurin um sannleikan ella lygnina um nýmótans list, spurningurin um uppgjørdar listametarar, spurningurin um nýggju klæði keisarans. Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
|